Føroyingar í útlegd fingu ein smakk av føroysku jóla siðvenjuni, og hittust leygardagin til jólaborðhald í føroysku sendistovuni í London.
Umleið 50 føroyingarnir í búsitandi í London vóru til jólaborðhaldið har sjálvtøkuborð var við ymskum til góman, og tey fingu góða og hugnaliga samveru.
Sendistovan skipar hvørt ár fyri borðhaldi fyri føroyingar í London, og í ár var tað Ari av Rana, starvsnæmingur sum skipaði fyri.