Leygardagin kl 15.00 letur Jólabýurin upp. Hetta er fyrstu ferð at Klaksvíkin er karmur um ein slíkan jólabý.
Í tíðindaskrivi í dag verður greitt frá at á staðnum ber til at vitja tríggjar hugnaligar smáttur, sum næmingar úr Tekniska Skúla hava gjørt. Í smáttunum ber til at keypa vaflur, gløgg, kakao, brendar mandlur o.a jólaligt. Eisini verður tann eina smáttan umboð fyri skapandi vinnu her norðuri. Miðstovan verður eisini opin við hugnaligum jólatónleiki og jólamaðurin hevur lovað, at vísa fram hansara arbeiðsverkstað.
- Fyrireikingarnar ganga væl og eg havi glett meg so nógv til startskotið í dag, sigur Annika S. Biskopstø samskipari av Jólabýnum.
- Vit hava ordiliga spílað okkum út. Eg havi sett saman eitt kreativt toymi, sum hevur verið til arbeiðis alla vikuna. Eisini havi eg verið í samband við ymisk feløg og virki, sum koma at skipa fyri hugnaliga og innbjóðandi sølupartinum, sigur Annika.
Á skánni í dag verður m.a Stanley Samuelsen í Spaniastovu kl 15.00 og borgarstjórin, Jógvan Skorheim, kemur at siga nøkur orð kl 17.00.
Jólabýrin er opin hesar dagarnar í desembur:
6. des
13.des
14.des
17.des
18.des
19.des
20.des
21.des
22.des
23.des
Allar dagarnar verður opið frá klokkan 15.00-20.00. Frá leygardegnum 13.des byrjar jólaskráin.
Nærri kunning um hetta verður í komandi viku.