Jólakonsert á Tvøroyri

 

Kórini »Røddir« og »Ljómur« hava jólakonsert í Tvøroyrar kirkju sunnudagin 7. des. kl. 18.

Skráin er fjølbroytt við m.a. føroyskum og svenskum jólasangi.

Eisini verður guitarspæl og solistar at hoyra.

Kórleiðari hjá báðum kórunum er Ann Kristin Nilsson.