Jólakonsert í Gøtu Kirkju

.

Sunnudagin 21. desember kl. 16 hevur Felagskórið Gøta/Leirvík konsert. Karmur um jólakonsertina hesaferð verður Gøtu Kirkja, og valla kann ein hugsa sær betur karmar um eina jólakonsert enn Gøtu Kirkju, serliga nú kirkjan hevur fingið (nýtt) orgul. Í kirkjuni stendur eisini eitt gott flygul, sum kórið væl stuðla av Føroya Sparikassa og Norðoya Sparikassa, kórlimunum og bygdafólki annars keypti fyri einum góðum ári síðan.

Á konsertini fer kórið at syngja m.a. rútmiskar sangir við kirkjuligum innihaldi og bæði traditionellar og nýggjari jólasangir og eisini verður felagssangur á skránni.

Konsertin verður ógvuliga fjølbroytt við nógvum solosangi og fylgispæli. Solistar verða Eivør Pállsdóttir, Ingibjørg Arbahamsen og Tórhild Bjarkhamar. Orgulfylgispæli tekur ungi Fuglfirðingurin, Ragnar Petersen, sum eisini er organistur í Gøtu Kirkju, sær av. Við flyglið situr Eyðun á Lakjuni, sum við sínum livandi spæli altíð er ein fragd at hoyra. Afturat sær hevur hann Leirvíkingin, Hugo Eliasen, at spæla bassguitar.

Til tess at seta serligan dám á løtuna, hevur kórið fingið hjálp frá gentum úr Gøtu Skúla, sum fara at gang Lucia, so útlitini til at koma í jólahýr skuldu verið sera góð.

Kórið telur um 35 sangarar, sum seinastu 2 mánaðirnar miðvíst hava vænt fram til hesa jólakonsert. Kórið húsast til dagligt í hølunum hjá Gøtu Menningarfelag, har umstøðurnar er sera góðar, m.a. tí at Menningarfelagið hevur gjørt íløgu í eitt nýtt gott klaver. Kórleiðari er Heðin Kambsdal.

Kórið ynskir øllum at verða vælkomnum á konsert og eini gleðilig jól.