Í tíðindaskrivi siga fyrireikararnir, at tey í fleiri ár hava havt ætlanir um eina jólakonsert, men at hendan av ymsum ávum ikki er blivin veruleiki fyrr enn nú.
Á konsertini, sum byrjar klokkan átta í kvøld, fara nøvn sum Systrar, High5, Bárður á Lakjuni og Petur Hans Hansen at framføra. Saman við teimum verður stórt orkestur, sum spælir undir til allar sangirnar.