Í morgun klokkan 11.30, skipar Konsertfelagið fyri árligu jólamatinéini í Havnar Kirkju.
Í ár framføra kórið Cantus umframt Aksel Remmel á klaver og Milja Niclasen á bass trombon.
Aksel og Milja eru bæði næmingar á miðnámsútbúgvingini hjá musikkskúlanum. Endamálið við hesari útbúgving at geva framkomnum næmingum eitt skipað undirvísingartilboð á miðnámstigi, og harvið geva áhugatónleikarum eina holla grundútbúgving umframt at fyrireika evnaríkar næmingar til hægri tónleikaútbúgving. Tey, ið taka útbúgvingina, eru sostatt millum teir fremstu musikkskúlanæmingarnir.
Cantus er eitt úrvalskór hjá Tórshavnar Musikkskúla, og fyri at sleppa við í kórið hava skulu næmingarnir standa eina upptøkuroynd. Tey fara at framføra ymiskar jólasámlar. Kórleiðarar eru Kári Bæk og Joanna Johansen, og klaver- og urgufylgispæl hevur Gudmund Mortensen.