Hvar verða jólini hildin í ár?
- Jólini verða hildin heima við hús saman við familjuni, soleiðis sum vit hava gjørt í nógv ár.
Tað sigur Árni Jacobsen.
Hvat verður etið um jólini?
- Vit eta dunnu við øllum tilhoyri, sum hoyrir jólunum til, og vit eta rísalamande, sigur hann.
Hevur tú eitt jólaynski?
- At friður fer at valda í heiminum, og at øll skulu hava tað gott.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini eru ein góð høgtíð, har vit minnast, at Jesus varð borin í heimin fyri at frelsa, sigur Árni Jacobsen.
(Fleiri svar eru í VikuskiftisSosialinum - jólablaðnum - sum fæst til keyps í blaðsølunum)










