Hvar verða jólini hildin í ár?
- Jólini verða hildin í Nólsoy hjá dóttrini, manni hennara og ommu-og abbabørnunum.
Soleiðis sigur Jastrid Niclasen.
Hvat verður etið um jólini?
- Jólaaftan verður tað dunna., og hinar báðar dagarnar verður tað ræst kjøt og feskt kjøt og síðan rullusteik.
Hevur tú eitt jólaynski?
- At øll skulu hava eini góð og hugnalig jól - at tað verður friður á jørð og í menniskjum góður tokki.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Størsti týdningurin við jólunum er, at Jesus varð føddur, sigur Jastrid Niclasen.
(Fleiri svar eru í VikuskiftisSosialinum - jólablaðnum - sum fæst til keyps í blaðsølunum)










