Jón: Vóni at Pál finnur stevið aftur

Í døgunum eftir Ólavsøku verður HM í svimjing í katalanska býnum, Barcelona. Pál Joensen er væl fyri. Hann skal luttaka í 800 og 1.500 metrar frí svimjing.

 

- Pál heilsar heim úr Barcelona og sigur at hann hevur tað gott. Tað følist væl í hylinum og hann følir seg sterkan, skrivar Jón Bjarnason, fyrrverandi venjari hjá Páli.

 

- Hann hevur ikki sett sær so stór mál til HM í ár. Fyrst má hann finna tað rættu leiðina aftur, gloyma tað farna og seta nýggja kós. Vónandi síggja okur hann svimja meira frítt aftur, og ikki leggja so nógv í hvør mótstøðan er, og hvat fólk annars hugsa, skrivar føroyski svimjivenjarin.

 

Pál Joensen skal týsdagin 30. juli svimja innleiðandi svimjingina í 800 m frí hjá monnum. Dagin eftir, mikudagin 31. juli verður finalan. Til seinastu HM kapping, sum var í Shanghai í 2011, gjørdist Pál nummar fimm, eftir at hann var næst skjótastur í innleiðandi svimjingini.

 

Leygardagin 3. august svimur Pál so innleiðandi 1500 m. Hetta er sterkasta svimjingin hjá vábinginum. Í 2011 gjørdist hann nummar fýra við góðari persónligari tíð.

 

- Eg krossi fingrar fyri, at hann finnnur stevið aftur í Barcelona. At hann svimur eins frítt og hann gjørdi í 2008 og 2011, tá ið trýstið ikki var so stórt á honum. Tá hann ikki kendi á sær, at hann skuldi imponera nakran, skrivar Jón Bjarnason at enda.