Jona er ættað úr Klaksvík og uppvaksin í Elduvík. Hon arbeiddi í mong ár í køkinuum á Eysturoyar Ellis- & Røktarheimi í Runavík. Jona var ein av fyrstu føroysku kvinnunum, sum fekk starv í oljuvinnuni. Fyri tveimum árum síðan fekk hon, ígjøgnum Eurest Føroyar, starv sum hjálparfólk á boriplattforminum Soverign Explorer í sambandi við oljuleiting við Føroyar. Síðan hevur hon arbeitt á hotelboriplattformum í Norðsjónum. Hon trívist væl í hesum starvi, og starvsfelagarnir siga, at hon er sera arbeiðssom og góð at samstarva við. Jonu dámar væl at ganga í náttúruni og er hon virkin í gongufelagnum í Eysturoynni. Hon hevur verið limur í fimleikafelagnum Støkk í yvir 30 ár. Í dag er hon nevndarlimur og kassameistari í Støkk. Jona eigur tveir synir og eina dóttur. Í sambandi við føðingardagin verður opið hús heima hjá Jonu í Funningsfirði komandi leygarkvøld.