Jonhard til EB/Streym

EB/Streymur boðar í kvøld frá, at Jonhard Frederiksberg skiftir frá NSÍ til steypavinnararnar. NSÍ hevur nú mist Justinus R. Hansen, Einar T. Hansen og nú Jonhard.

Jonhard Frederiksberg var ein av berandi kreftunum á liðnum hjá Skála, tá teir vóru í bestu deildini, og seinastu árini hevur hann verið ein av týdningarmiklastu leikarunum hjá NSÍ.

 

Sáttmálin millum partarnar er galdandi í eitt ár. EB/Streymur hevur fyrr í ár longt sáttmálan við Hans Paula Samuelsen, Arnar Dam, Leif Niclasen og Marna Djurhuus, meðan Alex José dos Santos er farin til HB.

 

Sambært heimasíðuni hjá Faroesoccer, so spældi Jonhard 135 dystir við Skála frá 1996 til 2006. Í 2007 skifti hann til NSÍ, har hann var hálvt annað ár, til hann í summarsteðginium 2008 vendi aftur til Skála. Tá hevði hann spælt 43 dystir við NSÍ. Seinnu hálvu 2008 spældi hann so 13 dystir við Skála, men í 2009 var hann aftur í Runavík, har hann spældi til og við 2011, tilsamans 87 dystir hetta tíðarskeiðið, skrivar EB/Streymur á heimasíðuni hjá sær.

 

Tað hevur ljóðað, at NSÍ hevur fíggjarligar trupulleikar og í løtuni er talan eisini bara um frágongd í felagnum. Nýggjur venjari í felagnum er Kári Reynheim og hann tyklist hava fingið eina torføra uppgávu um felagið ikki fær nakra tilgongd.

 

(Mynd: www.EB-Streymur.fo)