Jónleif Johannesen 40 ár í dag

Í dag fyllir Jónleif Johannesen, løgtingsmaður Javnaðarfloksins, 40 ár

Í dag fyllir Jónleif Johannesen, løgtingsmaður Javnaðarfloksins, 40 ár.

 

Hann er føddur ólavsøkuhaftan í 1978 og er úr Dali á Sandoynni.

 

Jónleif er sonur Jóanes og Oddvør Johannesen. Hann er giftur við Rannvá á Steig. Tey bæði eiga børnini Høgna Jónleifsson á Steig, Rakul Jónleifsdóttir á Steig og Bjørg Jónleifsdóttir á Steig.

 

Jónleif er útbúgvin fólkaskúlalærari og er í starvi sum fyrsti lærari í skúlanum á Fossanesi - haðani hann tó hevur farloyvi, nú hann er løgtingsmaður.

 

Jónleif Johannesen gjørdist løgtingsmaður eftir at landsstýrið varð skipað aftan á løgtingsvalið 1. september í 2015, tá fýra landsstýrisfólk hjá Javnaðarflokkinum máttu hava fólk fyri seg í løgtinginum, sum lógin fyriskrivar.