Jonn Rói toppskjútti og dagsins leikari

Liðini hjá Jonn Róa Tórfinssyni og Andri Kristianssyni Hansen eru langt frá oddinum í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini

Mynd: Þór

Tveir aðrir føroyingar sum royna hondbóltseydnuna í Íslandi eru Jónn Rói Torfinnsson og Andri Kristianson Hansen.

 

Teir spæla við liðum í næstbestu deildini. Jonn Rói spælir við Þór á Akureyri, meðan Andri Kristianson Hansen spælir við Fjölnir.

 

Farna vikuskiftið gjørdi Jonn Rói veruliga vart við seg, tá hann og liðfelagarnir í Þór á heimavølli vunnu 31-22 (13-7) á Kórdrengum.

 

Jonn Rói skoraði átta mál, og var kosin dagsins leikari, og fekk eitt gávukort handað aftaná dystin.

 

Tó eru Þór og Fjölnir langt frá oddinum, og hjá liðunum snýr tað seg meir um at sleppa undan at flyta niður, ið stigatalvan eisini vísir:

 

Lið: DystirMálmunur: Stig
HK16544:42531
Víkingur15480:42821
Fjölnir15456:45216
KA U16479:50316
Valur U15447:43615
Haukar U16493:48215
Fram U15457:46113
Selfoss U16503:54013
Þór Akureyri15426:42512
Kórdrengir15377:5102

 

 

 

Mynd: Þór