Í dag klokkan 12 lat »Josie’s Juice Bar« upp Yviri við Strond, í hølunum undir Yndi Fitness. Tað eru Elsa Maria Bærentsen og Jákup Jacobsen, sum eisini eiga Yndi Fitness, sum hava tikið stig til at lata hesa nýggju og forvitnisligu barrina upp.
Men tað verður ikki rúsdrekka, tey koma at skeinkja, hóast tað er tað, flestu føroyingar leggja í navnið »barr«. Ístaðin verður tað heilsugóður og soltin matur og frískt og soltið drekka.
Hugskotið hava tey bæði fingið úr fleiri av grannalondunum, og tey hava við hesum eisini fangað rákið, ið er í londunum kring okkum við at lata upp heilsugóðar kafeir. Íblásturin er komin úr fleiri støðum, har tey hava vitjað, og tey hava so tikið eitt sindur av hvørjum, sett tað saman og laga tað til føroysk viðurskifti, soleiðs at tey hava gjørt eitt egið konsept av hesum rákinum.
Heilsugott og soltið
Inni í »Josie’s Juice Bar« verður gjørligt at keypa okkurt til matna og okkurt at drekka, umframt at tað verður gjørligt at taka við út úr húsinum.
Matarskráðin er er sett saman av Snorra Patursson, sum í løtuni lesur Human Ernæring í Danmark, og tá fólk koma inn har kunnu tey vera vís í, at tey ikki kunnu velja skeivt, tá tey velja sær okkurt í matarskránni. Alt, sum tey borðreiða við inni í Josie’s Juice Bar er nevnliga heilsugott og soltið.
- Fólk hava sjáldan verið so tilvitað um at eta rætt, venja og liva sunt sum í dag. Samstundis vita vit, at trupulleikin við ovurfita hevur ongantíð verið so stórur sum júst nú. Café´in skal eggja fólki til at liva sunnari og eta rætt. Vit stremba eftir at hava feskar og nýggjar vørur, sum allar eru soltnar og fiburríkar, sigur Snorri Patursson, dagligur leiðari á Josie´s Juice Bar.
Millum annað kunnu nevnast »Immunverjuskot«, ið er samansett av appelsin, gularót og ingefær. Eisini hava tey ein smoothie, sum kallast »orkuspark«, sum er samansett av orkuríkum fruktum, og afturat tí hava tey ein, sum eitur »endurbygging«, sum er desideraður til at drekka eftir venjing.
Av heitum rættum hava tey millum annað wok, fisk og suppu. Men har verður einki reytt kjøt selt, og hetta er alt heilsugóður matur, ið er ríkur við kosttrevjum, sum eru sera góðar fyri sodningarskipanina.
Kalda skráin er sett saman av millum annað føroyskari sild, laksi og toski, umframt at tey hava heilsugott pasta og baguettir.
Frískt og gott
Í desertunum er sjálvandi eitt sindur av sukuri, men einki feitt, sum er tann seinasta orkukeldan, kroppurin leggur seg eftir. Hetta er tí at heilsugóðar dessertir hava tað við at gerast súrar, og fyri at byrjga upp fyri hesum, hevur Snorri Patursson vent sær til fruktsukuri, sum eisini er heilsugott. At enda hava tey eisini okkurt til børnini, nevnliga ein milkshake, sum eitur »ljósareyður himmal«.
- Vit fegnast um, at tað nú ber til at fáa fríska frukt og grønt tvær ferðir um vikuna í Føroyum. Hetta kemur sjálvsagt at merkja, at góðskan á okkara mati og nýgjørdum drykkivørum verður enn betri, staðfestir Snorri Patursson.
Hugnaligt og lekkurt
Endamálið við at hava hesa barrina beint við Yndi Fitness er sjálvandi at fólk kunnu hava møguleikan at koma inn hagar eftir venjing og fáa sær okkurt lekkurt omaná, uttan at hetta setir seg. – Men sjálvandi eru øll vælkomin inn, og endamálið er eisini at fólk kunnu koma inn her og fáa sær okkurt heilsugott og øðrvísi, uttan at tey hava verið og vant áðrenn. Hetta er eitt øðrvísi tilboð, sum eg haldi manglar í Føroyum, og tí hava vit tikið stig til hetta, sigur Elsa Maria Bærentsen, sum er annar av eigarunum av »Josie’s Juice Bar«.
Hvaðan navnið »Josie« stavar, er eisini ein lítil søga í sær sjálvum. Josie er nevnliga hundurin hjá Elsu Mariu Bærensten, sum er av slagnum Mops. Josie er eisini maskotturin hjá teimum í Yndi Fitness, og tað tí var tað upplagt at hon varð uppkallað, tá heilsugóða kafein skuldi hava navn.