Journalisturin Thomas Pettersson hevur í 12 ár granskað drápið av svenska forsætisráðharranum Olof Palme, sum fyri 32 árum síðani var skotin til deyðis á gøtuni í Stockholm. Hann heldur seg nú hava funnið drápsmannin.
Aftonbladet skrivar, at kanningararbeiðið hjá Thomas Pettersson peikar á eitt av høvuðsvitnunum í málinum, Stig Engstrøm, sum stavaðist í Skandiahuset, ið liggur nærindis økinum, har Olof Palme var skotin.
Skandiamaðurin, sum Stig Engstrøm varð kallaður, var eitt av fyrstu vitnunum á staðnum, tá Olof Palme var skotin, og í sambandi við rættarmálið í móti Christer Pettersson, sum var dømdur og seinni fríkendur fyri drápið, kallaði Engstrøm seg stjørnuvitnið.
Stig Engstrøm var eitt skifti undir illgruna í málinum, og nú hevur løgreglan enn einaferð sett sjóneykuna á hann í sínum kanningararbeiði.
Eitt starvsfólk í Skandiahuset setti seg í samband við løgregluna, tí Stig Engstrøm hevði borið seg illgrunasamt at tað kvøldið, Olof Palme varð skotin. Kanningarnar hjá journalistinum Thomas Pettersson geva fleiri ábendingar um, at Engstrøm kundi verða drápsmaðurin. Stig Engstrøm gjørdi av við seg í 2000.
Thomas Pettersson kemur í næstum út við bók, har hann greiðir frá sínum drúgva kanningararbeiði av Olof Palme drápinum.