- Eftir at hava verið í Bahrein, eri eg ótrúliga glaður fyri at vera aftur í B68. Eg hevði nøkur góð ár her, tá vit fluttu upp í 2020, og eg bleiv sera góður við bæði felagið og fólkini her, sigur venjarin

Jovevic: - Good to be back home

Nýggi høvuðsvenjarin hjá B68, Aleksandar Jovevic, vitjaði á kommunuskrivstovuni á Toftum seinnapartin í dag, har hann heilsaði upp á Súna í Hjøllum, borgarstjóra

- Eftir at hava verið í Bahrein, eri eg ótrúliga glaður fyri at vera aftur í B68. Eg hevði nøkur góð ár her, tá vit fluttu upp í 2020, og eg bleiv sera góður við bæði felagið og fólkini her, sigur venjarin

Aleksandar Jovevic er ættaður úr Serbia. Hann kom til Føroya fyrstu ferð í 2003 at leika við besta liðnum hjá Skála.

Í 2004 leikti hann við NSÌ. Í 2005 og 2006 við TB, og síðan leikti hann við  ÍF, heilt til 2014, tá hann eisini var hjálparvenjari. Í 2015 var hann høvuðsvenjari hjá ÍF.

- Síðan fór Aleksandar úr Føroyum, men kom so heim aftur til Føroya og gjørdist partur av venjartoyminum á Svangaskarði. Hann var hjálparvenjari hjá B68 í 2018, 2020 og 2021.

Í Nes kommunu siga tey, at hann var ein týðandi partur í toyminum, sum fekk felagið aftur í Betri Deildina.

- Í 2022 og 2023 var Aleksandar høvuðsvenjari hjá ÍF, men seinastu tvey árini hevur hann roynt seg í einum spennandi starvi hjá Ali CSC í Bahrein.

Aleksandar Jovevic er sostatt  ikki ókendur á Toftum, og hann sigur soleiðis við heimasíðuna hjá Nes kommunu:

- Eftir at hava verið í Bahrein, eri eg ótrúliga glaður fyri at vera aftur í B68. Eg hevði nøkur góð ár her, tá vit fluttu upp í 2020, og eg bleiv sera góður við bæði felagið og fólkini her.

Hann leggur aftrat, at tá hann fór úr felagnum, føldi hann, at hetta fór ikki at verða hansara seinasti kapittul í B68.

- Nú eri eg aftur, og eg eri bæði glaður og spentur upp á hesa avbjóðingina. Good to be back home, sigur Aleksandar Jovevic.

Venjaratoymið hjá B68 er:

Høvuðsvenjari: Aleksandar Jovevic

Hjálparvenjari: Nenad Saric

Fysiskur venjari: Pedro Tarancón Antón

Málmansvenjari: Karstin Hansen

Í Nes kommunu ynskja tey Aleksandar Jovevic, venjartoyminum og leikarunum hjá B68 allar bestu eydnu í fyrireikingunum til kappingina, sum liggur fyri framman.