Býráðið í Runavík sum varð valt á seinasta býráðsvali 12. november í 2024

Tað er klárt at halda býráðsval í Runavík

Tað er klárt at halda val í Runavíkar kommunu, sigur Tórbjørn Jacobsen. Um tveir tímar fæst at vita, um umvalið verður egg ella ungi

Býráðið í Runavík sum varð valt á seinasta býráðsvali 12. november í 2024

Klokkan 14 í dag fellir avgerðin um, hvørt ein kæra um umvalið í Runavíkar kommunu frá fimm býráðslimum í kommununi skal hava steðgandi virknað. Tí tá kemur dómarin við úrskúrði í málinum, sum var fyri í Føroya Rættinum týsdagin.

 

Tveir møguleikar eru, annar at umvalið verður avlýst, ella at avgerðin hjá Løgmálaráðnum um umval stendur við. Og so verður valið sum ætla nú týsdagin.

 

Vit hava spurt Tórbjørn Jacobsen, hvørjar vónir hann hevur, men hann sigur, at hann veit einki, men bíðar í spenningi.

 

Hann sigur eisini, at alt er fyrireikaið til valið, sum skal vera týsdagin, og okkurt graml frættist eisini um onkran veljararund.

 

Tað sermerkta við valinum er, at bara tey, sum stillaðu upp seinast, kunnu stilla upp, og bara tey, sum høvdu valrætt seinast, kunnu velja. Eisini tey, sum síðani eru flutt úr kommununi.

 

Hesi vórðu vald í býráðið 12. november í 2024:

 

Og hesi stillaðu upp á seinast – og bara hesi kunnu stilla uppaftur á umvalinum:

 

  • Tórbjørn Jacobsen
  • Jógvan Andersen
  • Tóri Højgaard
  • Pauli Poulsen
  • Sigrun Jónsveinsdóttir
  • John Andersen
  • Arnfinn Langgaard
  • Bogi Hansen
  • Terje Beinar Vestergaard
  • Jonhard Danielsen
  • Petur Hansen
  AListi A 
  Listin7
11Tórbjørn Jacobsen350
22Tóri Højgaard158
33Sigrun Jónsveinsdóttir128
44Arnfinn Langgaard113
55John Andersen113
66Bogi Hansen110
77Terje Beinar Vestergaard108
88Jonhard Danielsen102
99Jóhan Vest101
1010Kaja Joensen100
1111Sigrid Jensdóttir Dalsgaard83
1212Rúni Jacobsen82
1313Sæunn Ólavsdóttir Hansen78
1414Bárður Højgaard64
1515Annfinnur Garðalíð45
    
 BListi B 
  Listin4
161Jógvan Andersen174
172Pauli Poulsen130
183Bjørg Mikkelsen108
194Reidar F. Joensen95
205Hans Jákup Johannesen64
    
 CListi C 
  Listin5
211Petur Hansen94
222Marin Petersen55
233Búi Egilsson54
244Jytta Nielsen48
255Anselm Højgaard34
266David Vazquez31
277Faber Isaksen18
288Ann Mari Nolan13

 

 

 

 

 

Býráðið í Runavík sum varð valt á seinasta býráðsvali 12. november í 2024