Juanna Schrøter Joensen tvær virðislønir

28 ára gamla tvørákvinnan Juanna Schrøter Joensen fær tvær danskar heiðurslønir fyri framúr góð avrikt í PhD gransking sínari Fyrr í ár var 28 ára gamla Juanna Schrøter Joensen, sum arbeiðir á Lærda Háskúlanum í Stockholm, í Føroyum, her hon greiddi frá um kyn og gransking í fyrilestrum, útvarpi og í bløðum.

Juanna fekk prógv sum cand.scient.oecon. í 2005, og nú fær hon tvær fínar viðurkenningar, sum verða handaðar fyrsta dagin.

Onnur heiðurslønin er Aarhus Universitets Forskningsfonds (AUFF) Ph.D. pris ?fyri bestu Ph.D. ritgerð innan Samfelagsvísind (Det Samfundsvidenskabelige Fakultet) á AU í 2007?. Hon verður handað av rektor Laurits B. Holm-Nielsen í Søauditoriet, Aarhus Universitet, 11. juni kl.11. Við heiðrinum fylgja 50.000 kr.

Juana fær eisini Jyske Banks Almennyttige Fonds Pris ?fyri bestu Ph.D. ritgerð innan búskaparfrøði í 2006-2007?. Virðislønin verður givin annaðhvørt ár og verður handað av (administrerende direktør) Klaus Stampe í Riddersalen á Institut for Økonomi, Aarhus Universitet, 13. juni kl.14.

Juanna hevur kannað sambandið millum útbúgving, lønarlag og hugin at gera íløgur.

- Tað er sjálvandi ein stór æra fyri meg at fáa slíkan heiður og

viðurkenning fyri granskingararbeiði í míni PhD ritgerð - tað er altíð

nakað sum fløvar. Harafturat merkir tað sum fylgir við virðislønunum, at

eg nú kann hugsa enn meiri um granskingina í framtíðini, og so hevur tað sjálvandi týdning fyri CV´ið, sigur hon við Portalin.