Heldur ikki hesa Norðoyastevnuna verða norðoyingar ella stevnugestir annars snýttir fyri gott undirhald í Badmintonhøllini, tí aftur í ár spílar Klaksvíkar Sjónleikarafelag seg út við góðum skemti, ið hesaferð tó verður eitt sindur øðrvísi enn undanfarnu árini.
– Tað verða ikki so nógv fólk á palli, og talan verður ikki um eina traditionella karabett, men afturfyri geva vit fólk eitt upplivilsi av teimum heilt sjáldsomu, tí vit hava fingið nøkur heit nøvn á pall hjá okkum hesa Norðoyastevnuna, sigur Rudolf Joensen, fyrrverandi formaður í Klaksvíkar Sjónleikarfelag, men tó framvegis maðurin aftan fyri stóra norðoyastevnuundirhaldið, felagið skipar fyri á stevnuni í Klaksvík.
– Konseptið hjá okkum hesaferð er eitt sindur meira samansett, enn vit eru von við, og hóast hetta ikki er reint »stand-up«, so ber tað á brá av at vera einastandandi undirhald av besta slagi. Ikki minst kemst hetta av, at vit hava fingið veruliga kremið í føroyskum undirhaldi at vera við í ár.
Nøvnini, Rudolf sipar til, eru Alvi Justinussen og John Andersen, ið er penara helvtin av Fýra Fýrar, systrarnar Tórgarð, Ria og Súsanna, ið hava roynt alt, ið roynast kann á palli, og so at enda Hilmar Jan, sum í ár hevur 40 ára jubileum sum undirhaldari í breiðastu merking.