Torshavn.fo:
"Góða Judith.
Tað kennist heilt serligt at standa her og skula bera tygum eina heilsu, nú tygum hava livað í 100 ár.
Tað er bert fáum, tað unnast at røkka ein so høgan aldur, og tað er mær ein stórur heiður vegna Tórshavnar kommunu at ynskja tygum hjartaliga til lukku við 100 ára føðingardegnum.
Hetta við at gerast 100 ár er tó ikki heilt ókent í familjuni, tí mamma tygara, Anna Sofía, bleiv eisini 100 ár. Hon og pápi tygara Dánjal Jákup – Dánjal Jákup í Skipshandlinum – búðu undir Glaðsheyggi í Havn, og har vuksu tygum upp.
Lesið eisini: Judith Holm Kjærbo 100 ár
Tygum eru havnardama burturav, tí burtursæð frá nøkrum ungdómsárum á Eiði hava tygum altíð búð í Havn, fyrst undir Glaðsheyggi og síðani úti í Grønlandi, har tygum og maðurin Osvald Kjærbo bygdu og skaptu eitt heim saman.
##med2##
Tit trivust væl úti í Jákup Nolsøesgøtu, har gestablídnið altíð var stórt. Gestir hava tit altíð havt, bæði føroyskar og útlendskar, serliga frá samkomuni Ebenezer, sum hevur havt ein stóran leiklut í tykkara lívi. Tygum hava eisini brúkt óteljandi nógvar tímar í køkinum á Zarepta.
Tá ið Osvald fór í 2012, høvdu tit fingið 62 góð ár saman. Hann legði nógv eftir seg, og tygum vóru honum ein dyggur stuðul á lívsleiðini.
Tit fingu fimm døtrar, og í dag hava tygum 15 ommubørn og 25 langommubørn.
Tygum hava búð heima heilt til november í fjør, tá tygum fluttu á Boðanesheimið at búgva.
Her á Boðanesheiminum er gott at vera. Eg hevði sjálv eina ommu, sum búði her, og tað var altíð gott at koma at vitja. Her er vakurt umhvørvi, tætt við fjørðin og djóralívið, og her verður eisini gjørt nógv gott fyri trivnaðin, til dømis við konsertum, har øll syngja við. Og so er tað so deiligt at hava fólk rundan um seg, júst sum tygum hava havt alt lívið.
##med3##
Góða Judith.
Nógv broytist upp á 100 ár, men sumt broytist ikki. Kærleiki broytist ikki. Vinalag broytist ikki. Umsorgan broytist ikki. Og virðir broytast ikki.
At hava livað í 100 ár merkir ikki bara at hava upplivað nógv. Tað merkir eisini at hava verið nakað fyri onnur í nógv ár. Og at vera nakað fyri onnur er nakað av tí besta, vit menniskju kunnu vera.
Eg vil ynskja tygum alt tað besta í tíðini, sum kemur, og takka fyri, at eg kundi hátíðarhalda hendan stóra dagin og hesa løtuna saman við tygum og tykkum øllum, og enn eina ferð hjartaliga til lukku við 100 ára føðingardegnum."
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##


















