Judoíðkarar góð úrslit í Danmark

14 ungir judoíðkarar luttóku leygardagin í eini judokapping í Hillerød og lata væl at úrslitunum.

14 ungir føroyskir luttakarar av teimum 140 úr Danmark, Íslandi, Grønlandi og Føroyum. Kappingin í Hillerød hevur verið millum tær størstu ungdómskappingarnar í Danmark, men luttakaratalið í ár var nakað lægri enn vanligt.

 

Tað gekk tó heilt væl hjá føroysku íðkarunum, sum vunnu átta heiðursmerki tilsamans, fimm úr silvuri og trý úr bronsu, skrivar Judo Føroyar. Torbjørn Simonsen, Jónas Tungá, Bjarni Kyrri Ólavsson, Bárður Hentze Lenvig og Gutti við Streym vunnu silvur, meðan Petur Sigurð á Túgvu, Jens Andrias Dam og Dánjal Kyrri Ólavsson vunnu bronsu.