Sunnudagin var dystur millum suðroyingar og jugoslavar á grasvøllinum í Hvalba.
11 jugoslaviskir spælarar eru í Føroyum, og teir høvdu, við B36-venjaranum Tomislav Sivic á odda, tikið seg saman um eitt lið, sum skuldi spæla móti einum úrvalsliðið úr Suðuroy.
Tveir av jugoslavunum kundu ikki verið við ? tað vóru teir sum spæla á Tvøroyri ? og tí máttu seinastu tvey plássini mannast við suðroyingum.
Úrslitið av dystinum var at spælararnir úr TB, VB, Sumba og Royn vunnu 2-0. Allan Mikkelsen úr Royn og Tórur Holm úr TB gjørdu málini.