Julia Timoshenko koyrd frá

Í Ukraina hevur meirilutin í tjóðartinginum samtykt eina misálitisváttan á forsætisráðharran, Juliu Timoshenko, sum tískil noyðist frá. Altjóða tíðindastovurnar skriva, at 243 av teimum 450 tinglimunum atkvøddu fyri misáliti á forsætisráðharran.

Julia Timoshenko tapti forsetavalið í Ukraina herfyri. Aftaná skuldsetti hon vinnaran, Viktor Janukovitj, fyri valsvik.

Viktor Janukovitj roynir at skipa eina meirilutastjórn, men higartil hevur hann ikki havt eydnuna við sær.