Tað gekst ikki so væl, sum teir í ÍA høvdu vónað, tá ið Akranes hóskvøldikð spældi í 2. innleiðandi umfarinum í UEFA Cup. Dysturin var í Svøríki, har heimaliðið Hammarby vann 2-0. Harvið sær tað einki serligt út, áðrenn heimadystin í Akranesi um tvær vikur. Fyri møguleikarnar hjá ÍA hevði tað verið rættuliga týdningarmikið, um tað hevði eydnast hjá teimum at fáa eitt mál á útivølli, men tað eydnaðist altso ikki.
Hammarby kom á odda í 8. minutti, og teir øktu til 2-0, tá ið tað restaðu tríggir minuttir.
Eftir 2-0 tapið er tað neyðugt hjá ÍA at skora tvey mál á heimavølli, og tað er serliga neyðugt at ansa eftir, at Hammarby ikki fær mál. Um Hammerby fær eitt mál á Akranesi, so verður neyðugt hjá ÍA at skora fýra ferðir. Tískil er talan um rættuliga stóra uppgávu hjá føroyska útisetaliðnum. Julian Johnsson, sum mikukvøldið í næstu viku verður á landsliðnum ímóti Malta, var sum vanligt á ÍA miðvøllinum, har hann rættuliga hevur vunnið sær fast pláss.