Julian framvegis í essinum

Tá Hull sigurin var tryggjaður, valdi Brian Little føroyska landsliðsmanninum at hvíla seg

 

Tað gongur strúkandi hjá Hull og Juliani Johnsson. Hesa ferð var talan um grannadyst á heimavølli ímóti York, sum varð sent til hús við 4?0 tapi.

Hull venjarin hevði framt nógvar broytingar á sínum liði, sjálvt um teir næstseinast eisini vunnu. Men Julian Johnsson varðveitti sítt pláss á sentrala miðvøllinum, og har var hann, inntil tað restaðu tíggju minuttir, og sigurin var fullvísur. Sambært Hull heimasíðuna valdi venjarin tá at taka Julian út fyri at spara hann.

Julian hevði ein góðan møguleika at koma á málskjúttaralistan, tá støðan var 1?0, men skotið úr sjey metrum fór langt við síðuna av.

Hull kom á odda við stútara í 23. minutti. Í 61. minutti øktu teir við brotssparki, og so skoraðu teir aftur í 72. og tí, sum teir siga vera í 95. minutti.