Julian Mikkelsen givin við skúlabarnakoyringini

Eftir at hava koyrt skúlabørn fyri Kvívíkar Kommunu í 21 ár, gavst Julian Mikkelsen í Kvívík, sum nú er 71 ára gamal, við hesi koyring, tá skúlabørnini fóru í summarfrí.

Hann hevur koyrt skúlabørn, sum ganga í framhaldsdeildini, frá Skælingi, Leynum, Stykkinum, Kvívík og Válinum til Vestmanna Skúla. Julian hevur dámt væl hetta arbeiði, hann hevur havt ein buss og ein persónbil. Persónbilin hevur hann serliga brúkt til at koyra til Skælings, har vegurin er smalur og ofta ring koyrilíkindi eru um veturin.
Julian er annars sørvingur, sonur Hansinu, f. Hansen, og Hans Mikkelsen, skipara, ættaður úr Gásadali. Julian er útbúgvin skipari og sigldi frá 1947 til 1978, tá hann legðist upp á land og fekk skúlabarnakoyringina í 1982. Hann spældi eitt ár við 1. deild hjá HB, meðan hann gekk upp á skúla í Havn í 1958. Hann er giftur við Sunnevu, f. Petersen, úr Kvívík. Tey búgva í Kvívík og eiga 4 børn, tveir dreingir og tvær gentur. Á eini samkomu í Vestmanna Skúla, tá næmingarnir fingu prógv, handaði skúlastjórin, Símin Simonsen, Juliani eitt blómutyssi og takkaði honum fyri tíðina. Hann segði m.a. at Julian hevði altíð verið ógvuliga beinasamur og góður at heita á. Julian fekk eisini blómur frá Kvívíkar Skúla.