Skipaskráseting
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
Í juli mánaði vórðu 5 nýggj skip skrásett í FAS – Føroya Altjóða Skipaskráseting. Hetta er ein vøkstur uppá 15,2 prosent. Hesi nýggju skipini eru Fure Star og Fure Sun - 2 produkttangaskip úr Svøríki skrásett av Nolsö Shipping, Nordkinn – bingjuskip úr Noregi leiguskrásett av Skipafelagið Nor Lines, Eldborg – nýbygt supply skip frá Supply Service í Leirvík og Axel – bingjuskip úr Íslandi skrásett av Dregg Shipping.
Hesi 5 skipini umboða eina bruttotonnagu uppá 27.037. Tað svarar til eina øking á 26,5 prosent.
- Felags fyri øll 5 skipini er, at tey eru rættiliga nýggj – Eldborg enntá spildurnýtt – og í sera góðum standi. Fyri at tryggja góðskuna á flagginum, er neyðugt at vit leggja okkum eftir at fáa nýggj og góð skip í skrásetingina. Miðal aldurin fyri tey 38 skipini, sum nú eru í FAS er lækkaður við knappliga 2 ½ ár. Hetta er ein sera positiv gongd, og kunnu vit væntað, at hon kemur at halda á fram í heyst, tí fleiri nýggjar skrásetingar eru ávegis – av hesum eru 2 nýbygningar, greiðir Skipaskrásetingin frá.
- Í seinastuni hava føroyskir skipsførarar havt ávísar trupuleikar av at fáa síni sjóvinnubrøv, tí av teimum kravdu 36 mánaðunum í siglingstíð, skulu minst 6 mánaðir hava verið við handilsskipum. Tann føroyski farmaflotin er ikki av teimum størstu, men við góðari hjálp frá millum øðrum Smyril Line, umframt teimum donsku reiðaríunum A.P. Møller-Mærsk og Torm, hevur borið til at mynstra sum »yvital« fyri á tann hátt at fáa ta kravdu siglingstíðina. Nú 5 nýggj skip eru komin undir føroyskt flagg, verður tað helst munandi lættari at fáa ta neyðugu siglingstíðina, greiðir FAS frá.
Føroyar fyrimunir av FAS
Lógarbroytingarnar á nýggjárinum hava virkað eftir ætlan, tí útlendskir reiðarar, sum fyri árum síðani hava ivast, hava nú valt at skráseta skip teirra í føroysku altjóða skipaskrásetingini, tí teir nú meta hana at hava kappingarfyrimunir í mun til aðrar líknandi skipanir.
Bert »føroyingar« kunnu eiga skip í FAS. Tí mugu útlendskir reiðarar stovna eitt felag í Føroyum, sum so verður eigari av skipunum. Eisini mugu útlendsku reiðaríini hava føroyskan umboðsmann. Hetta gevur eitt ávíst virksemi, eini 2 ársverk á landi fyri hvørt skipið. Harafturat hava nógvir føroyingar kjans við FAS skipum. Avleiddar vinnur fáa eisini ágóðan av hesari nýggju spírandi vinnuni. Her verður hugsað um ferðaseðlar, gisting, matstovur og annað. Harumframt merkja tey á Føroya Altjóða Skipaskráseting stóran áhuga millum føroyingar sum vilja bjóða seg fram við ráðgeving og tænastum.
- Tað er tí gleðiligt at síggja gongdina sum nú er, at føroyingar taka seg saman í sterkar eindir, sum kunnu bjóða seg fram at veita dygdargóðar tænastur innan altjóða handilskipa- og frálandavinnu, staðfestir FAS í uppgerðini av støðuni primo juli 2009.