Juventus er meistari

Juventus vann í gjár italska meistaraheitið fyri fjórðu ferð upp í slag

Juventus er italskur meistari. Tað bleiv staðfest, eftir at liðið í gjár vann 1-0 á útivølli móti Sampdoria. Hetta er fjórða italska meistaraheiti upp í slag fyri Juventus.

 

Hetjan á degnum bleiv Arturo Vidal, sum skoraði einsamalla málið í dystinum. Juventus er nú 17 stig fremst undan restina av dystinum, sum eru í Seria A í dag. Tá Juventus hevur spælt 34, meðan Lazio, sum eltir Juventus, hevur spælt 33 dystir av teimum 38, so ber ikki longur til hjá høvðusstaðarliðnum at innheita Juventus.

 

Juventus kann nú samla allar kreftirnar um Champions League hálvfinalurnar, har teir møta Real Madrid.