Í kvøld verður fyrra hálvfinalan í Champions League kappingini millum Juventus og Real Madrid. Í kvøld verður fyrra hálvfinalan í Turin í Italia, meðan returdysturin verður í Madrid.
Juventus er uttan stóru miðvallarstjørnuna Paul Pogba. Hann er skaddur, men í Juventus verður vónað, at hann verður tøkur til returdystin. Juventus hevur onkrar dystir spælt við trimum í verjuni, men hetta verður ikki mett at vera ráðiligt móti Real Madrid.
Fyri Real Madrid kemur tað illa við, at Karim Benzema ikki er við. Nú Gaerth Bale er tøkur aftur, er ivamálið um tað verða Javier Hernandez ella Isco, sum koma at spæla í fremstu rekkju saman við Cristiano Ronaldo og Gareth Bale.
Ein annar trupulleiki hjá Real Madrid er, at Luka Modric framvegis er skaddur. Hann er ein lyklaspælari á miðvøllinum. Her verður mett, at Carlo Ancelotti heldur fram við at hava miðverjan, Sergio Ramos, á verjukenda miðvøllinum.
ESPN metir, at liðini stilla soleiðis upp í kvøld:
Juventus: Gianluigi Buffon – Stephan Lichtsteiner, Leonardo Bonucci, Giorgio Chiellini, Patrice Evra – Arturo Vidal, Andrea Pirlo, Claudio Marchisio – Roberto Pereyra, Álvaro Morata, Carlos Tevez
Real Madrid: Iker Casillas – Dani Carvajal, Pepe, Raphael Varane, Marcelo – Sergio Ramos, Toni Kroos, James Rodriquez, Gareth Bale, Isco, Cristiano Ronaldo