KÍ er á veg úr Trongisvági. Úrslitið í dag var 0-0. Tað sást á spælarunum, nú Bjarki Danielsen hevur bríkslað fyri síðstu ferð, at tað eru teir í TB, sum kenna seg at hava vunnið eitt stig, meðan tað eru meistararnir í KÍ, sum kenna seg hava tapt tvey stig.
Úrslitið ber við sær, at møguleikin hjá KÍ at endurvinna FM heitið er viknaður. Um HB og KÍ vinna fulla úrtøku í dystunum, sum bíða, áðrenn stóra finalan er sett at vera í Klaksvík á síðsta leikdegi, so verður tað ikki nóg mikið hjá KÍ at vinna ímóti HB í Klaksvík. Støðan eftir málleysa javnleikin í Trongisvági er soleiðis, at HB skal missa stig í onkrum dysti á vegnum ímóti væntaðu finaluni, um klaksvíkingar framvegis skulu eiga FM møguleika.
KÍ var greitt omaná í fyrra hálvleiki, tá ið gestirnir høvdu bæði regn og vind undan og í løtum spældu væl. Talan var um eina rúgvu av spentum støðum í og kring TB brotsteigin, og einar sjey ferðir var møguleikin heilt stórur, uttan at tað eydnaðist at fáa bóltin í málið aftanfyri Frederik Mehder.
Beinanvegin eftir steðgin avloysti Mads Viktor Altschuler í TB málinum, tí Frederik Mehder í samanbresti við KÍ spælara varð so illa skaddur, at hann ikki var førur fyri at halda fram at spæla.
Tá ið ein tími var farin, varð KÍ miðverjin og landsliðsspælarin Odmar Færø borin av vøllinum.
TB var væl meiri ágangandi undan vindinum, og tað gekk meiri fyri seg eftir treytunum hjá heimaliðnum soleiðis at skilja, at talan var um nógvar nærdystir, meðan samanspælið hjá KÍ ikki hekk so væl saman, sum tað gjørdi í fyrra hálvleiki, og tað vóru spentar støður kring KÍ brotsteigin, uttan at tað eydnaðist at skjóta mál.
Síðstu løtuna royndi KÍ at spenna álopsbogan, men tað eydnaðist ikki at fáa mál. Næst við var KÍ, tá ið tað restaði eitt lítið korter. Jóannes K. Danielsen legði innfyri úr høgru, og Ole Erik Midtskogen snittaði við høvdinum framvið bæði málverja og TB málinum.
Og í næsta álopi smekkaði Mark Kongstedt til úr 18 metrum, men bólturin streyk dygst omanfyri tvørtræið aftanfyri Kristian Joensen í KÍ málinum.
TB - KÍ 0-0
Dómari: Bjarki Danielsen
TB: Frederik Mehder (Mads Viktor Altschuler, 46.) - Eirikur M. Ellendersen (Nikolei Johannesen, 46.), Rasmus Møller, Ndende Adama Guéye, Sebastian Kroner - Jens Erik Bruhn, Dánjal Godtfred, Samudeen Musah,, Einar Thorsteinsson - Filip Obadovic, Mark Kongstedt
Gult kort: Mark Kongstedt, Jens Erik Bruhn
Venjari: Michael Winter
KÍ: Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø (Ísak Simonsen, 61.), Heini Vatnsdal, Jesper Brinck - Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen (Jonn Johannesen, 61.) - Páll A. Klettskarð (Boris Dosljak, 69.), Ole Erik Midtskogen
Gult kort: eingin
Venjari: Oddur Olsen
KÍ | 20 | 15 | 3 | 2 | 58 | 18 | 48 |
HB | 18 | 15 | 1 | 2 | 53 | 14 | 46 |
NSÍ | 18 | 12 | 2 | 4 | 34 | 14 | 38 |
B36 | 17 | 12 | 1 | 4 | 51 | 24 | 37 |
Víkingur | 19 | 11 | 2 | 6 | 39 | 28 | 35 |
ÍF | 18 | 6 | 2 | 10 | 20 | 36 | 20 |
EB/Streymur | 19 | 6 | 1 | 12 | 16 | 40 | 19 |
TB | 20 | 3 | 5 | 12 | 14 | 27 | 14 |
AB | 19 | 0 | 7 | 12 | 12 | 55 | 7 |
Skála | 18 | 0 | 2 | 16 | 9 | 50 | 2 |
Í dag
NSÍ - EB/Streymur kl. 19.00
Í morgin
Víkingur - Skála kl. 15.00
HB - ÍF kl. 18.30
B36 - AB kl. 14.00