KÍ eigur góð úrslit á Argjum

Tølini eru við illa sperdu klaksvíkingunum, sum leygardagin skulu dystast ímóti AB, ið seinast tapti ímóti øðrum evni at flyta niður

Longu í morgin verður hol sett á triði síðsta umfar. Talan er um lyklauppgerð á Argjum, har heimaliðið fær vitjan av KÍ. Um heimaliðið vinnur, ella um úrslitið verð­ur javnleikur, so er tað púra greitt, at AB eisini næsta ár verður partur av fremstu deildini.
Uttan mun til um KÍ megn­ar at vinna eitt ella trý stig, ella um tað eina ferð verður úrslitið, at bláa legan fer til hús sum av torv­heiðum, so verður KÍ á pínu­beink­inum fram til kapp­ingar­­enda. Higartil í ár hevur KÍ verið ellivu ferðir á úti­vølli. Seks ferðir er einki stig vunnið, tríggjar ferðir hev­ur úr­tøkan verið eitt stig, og tvær ferðir hevur úrtøkan verið trý stig.
Sigrarnir vórðu vunnir í tveimum teimum fyrstu dyst­unum á útivølli. Tann fyrri var 3-2 í Runavík, og tann seinni var 3-1 á Argjum.
AB og KÍ hava ikki spælt so ofta í landskappingini á Argjum. Umframt dystin fyrr í ár, so hittust liðini í 2009, tá ið KÍ vann 2-0. Í 2007 vitjaði KÍ tvær ferðir á Argjum, og tá vóru úrslitini 3-1 til KÍ og 3-1 til AB, sum ta ferðina vann fyri fyrstu og higartil einastu ferð í landskappingini á heima­vølli ímóti KÍ.
Hjá KÍ eru miðvallararnir Henry Heinesen og Atli Danielsen og vongverjin Johan Jacobsen leikbannaðir. Síðuspælarin Álvur F. Christiansen er tøkur aftur eftir leikbann, og miðverjin Sørmundur Kalsø er tøkur aftur eftir skaðasteðg. Ísak Simonsen er framvegis plágaður av skaða.
Nýggjar tíðir
Eftir tveir sigrar á rað var tað vónbrot fyri Sámal Erik Hentze og hansara menn, at tað ikki eydnaðist at vinna úr­tøku í tøttu uppgerðini í Trongisvági.
Síðani 2-0 tapið hava Símun Rógvi Hansen og Rói Danielsen fingið landsliðsboð. Landsliðsvenjarin segði í sambandi við úttøkuna, at hetta var staðfesting av góðu gongdini á Argjum síðani summarsteðgin.
Bjartur Kjærbo er darv­aður av skaða, og tað er iva­samt, um Rógvi Poulsen er førur fyri at spæla. Hann noydd­ist av vøllinum ímóti TB. Tað er greitt, at vongverjin í vinstru, Beinir Ellefsen, ikki verður við. Eftir tvey gul kort og harvið útvísing fyri viku síðani, er Beinir Ellefsen, sum hevur verið millum mest støðugu spælararnar hjá argja­monnum.