KÍF letur upp fyri øllum

Eftir at hava verið púra sørt botnlið, hevur KÍF bitið somikið væl frá sær seinastu umførini, at teir nú eru eins seriølsir finalubiðlar sum eitt og hvørt annað lið

Hondbóltur

Talan er kanska ikki um vakrasta hondbóltsspælið í landinum. Og fleiri ferðir hava kollfirðingar hoyrt, at teir ikki spæla nóg væl.
Men tá tað kemur til at stríðast fyri sakini, so er eingin, sum tyikist standa kollfirðingum kurl. Og tað gjørdu strandingarnir heldur ikki, tá teir leygardagin spældu heimadyst móti KÍF.

Vendu vónloysinum
Heimaliðið tóktist annars at hava tamarhald á tí mesta so at siga allan dystin. Seinastu løtuna undan steðginum drógu teir veruliga frá, og so ráddi einamest um at halda tamarhald á støðuni.
Tað gekk eisini so hampuliga væl gjøgnum seinna hálvleik. Fleiri ferðir hótti KÍF við at taka leiðsluna, men StÍF helt nevið frammanfyri. Men sjey minuttir fyri leiklok glapp dysturin heimaliðnum av hondum.
StÍF hevði annars skorað til 24-23, men seinastu løtuna vann KÍF ikki minni enn 6-1, og so kundi restin fyri tað vera tað sama.
Kollfirðingarnir høvdu enn einaferð prógvað, at teir gevast ikki á hondum, fyrr enn dómarin hevur bríkslað fyri seinastu ferð. Enn sum áður er setningurin at vinna seg úr botninum. Men mongu sigrarnir seinastu umførini hava sum bonus havt við sær, at kollfirðingar nú eisini so smátt kunnu tosa við um finalupláss. Í tí kapprenningini eru teir nevnliga bara trý stig aftan fyri StÍF.

Fakta um dystin
StÍF-KÍF 25-29 (14-10)
10 min: 3-4
20 min: 8-7
40 min: 18-15
50 min: 22-21
Málskjúttar
StÍF: Cristian Preda 6, Pauli G. Hansen 6, Bárður B. Danielsen 3, Gabriel Stanciu 3(3), Jógvan Joensen 3, Mortan Hansen 2, Jørmund Hansen 1
KÍF: Ási Dam 9(5), Niklas Reginsson 5, Jákup Trygvason 5, Rógvi Weyhe 3, Teitur Joensen 3, Tony Weyhe 2, Gert Hansen 2
Brotskøst: StÍF 3, KÍF 5
Útvísingar: StÍF 2, KÍF 3
Dómarar: Andrias Hansen & Heri Petersen.