KÍF og StÍF deildu stigini

StÍF splædi sín triðja javnleik í ár, tá teir vitjaðu hjá KÍF í Kollafirði. Hjá KÍF kom javnleikurin heldur betur við. Teir eru nú komnir av aftasta plássinum

HONDBÓLTUR

Sunnudagin var dystur í høllini í Kollafirði, har botnliðið, KÍF, tók ímóti oddaliðnum, StÍF. Dystirnir millum KÍF og StÍF hava altíð verið javnir, og soleiðis var eisini sunnudagin. KÍF fekk tó eina ringa byrjan uppá dystin, tí undir upphitingini blivu tveir av leikarunum skaddir, nevniliga Rógvi Weyhe og Daniel Rapa, og tí sá ikki so gott út hjá botnliðnum.

Lítil munur á liðunum

Dystirnir millum KÍF og StÍF eru aloftast javnir, og soleiðis var eisini í gjár. Sjálvt um StÍF er oddalið, og KÍF er botnlið, so vísti dysturin í Kollafirði, at munurin á liðunum í Atlantic Airways deildini er ikki serliga stórur í ár.
Dysturin í Kollafirði var eisini sera javnur, og liðini fylgdust væl at fyrstu løtuna. Síðstu 10 minuttirnar av fyrra hálvleiki megnaði KÍF tó at vinna seg fýra mál fram um StÍF til støðuna 14-10. Hesa løtuna tóktust strandingarnir heldur mótfalnir, men síðstu minuttirnar vístu teir góðan vilja, tá teir megnaðu at berja seg upp aftur á javnleik. Hálvleiksstøðan í Kollafirði var 14-14, og hetta var helst uppiborið, tí munurin á liðunum var sera lítil.

Nógvir brendir møguleikar
Gongdin í seinna hálvleiki var á leið tann sama, men strandingarnir vóru næstan allatíð omaná. Teir megnaðu at vinna seg tvey mál fram um KÍF fyrstu løtuna, og ígjøgnum allan hálvleikin førdi StÍF við einum ella tveimum málum. Í onkrum føri megnaði KÍF at koma uppá javnt, men teir høvdu ilt við at vinna seg framvið StÍF.
StÍF hevði eisini møguleikar at vinna seg enn longur fram um, men ein vælleikandi Óla Kristjan Djurhuus í KÍF-málinum steðgaði hesum. Ikki tí, KÍF hevði sanniliga eisini møguleikar at vinna seg bæði uppá javnleik og fram um StÍF, men enn einaferð megnaði Marian at stórbjarga í fleiri umførum, tá kollfirðingar komu fríir ímóti honum. Tískil var dysturin púra javnur, tá liðini fóru í gongd við endaspurtin.
Men móti endanum tóktist tó, sum um kreftirnar hjá KÍF vóru við at ganga undan. Tá tríggir minuttir vóru eftir megnaði StÍF at vinna seg fram um við tveimum málum, og nú sá ikki gott út hjá KÍF. Damir Oros megnaði tó at minka um munin niður í eitt mál, tá færri enn tveir minuttir vóru eftir, og nú var veruligur spenningur komin í høllina í Kollafirði.
StÍF fór í álop, men tá líka undir ein minuttur var eftir at leika, fangaði KÍF bóltin, og so streyk Gert Hansen avstað í kontra. Hann skoraði hjá Marian, og so stóð á jøvnum 25-25. Nú fór StÍF í álop, og hetta fór helst at gerast síðsta álop í dystinum, og tá 20 sekund vóru eftir, fingu strandingar brotskast, samstundis sum kollfirðingar blivu raktir av eini útvísing. StÍF brendi tó brotskasti, og so fekk KÍF ein síðsta møguleika at vinna dystin. Teir fingu tó ikki mál, og sostatt endaði dysturin í Kollafirði við javnleiki 25-25.
Hetta bleiv sostatt triði javnleikur hjá StÍF í ár, og við hesum hava teir mist oddasessin, har Neistin nú er einsamalt á odda. Fyri KÍF merkti javnleikurin, at teir nú hava vunnið seg av aftasta plássinum.

Fakta
KÍF-StÍF 25-25 (14-14)
Málskjúttar KÍF:
Damir Oros 12, Gert Hansen 5, Arnbjørn Hansen 4, Mirko Milinkovic 2, Tetur Joensen 1, Eddie Joensen 1
Málskjúttar StÍF:
Finnur Hansson 7, Mortan Hansen 5 (1), Artur Johansen 4, Terji Poulsen 3, Leivur Justinussen 2, Bent Djurhuus 1, Bárður Danielsen 1, Borgar Danielsen 1, Andre Danielsen 1
Brotskøst: KÍF 1, StÍF 5
Útvísingar: KÍF 2, StÍF 3
Reytt Kort: KÍF 1