KÍF og VÍF renna undan

Bæði KÍF og VÍF vunnu sínar dystir um vikuskiftið og liggja nú ávíkavist nummar eitt og tvey í Atlantic Airways deildini.

 

Í dag tók Neistin móti VÍF á Høllini á Hálsi. VÍF vann dystin 20-14. Filip Jojic gjørdist toppskorari fyri gestirnar við níggju málum, meðan Teitur Magnusson skoraði flest fyri Neistan við seks málum.

 

Í Kollafirði vann KÍF spennandi dyst móti StÍF. Tað endaði við, at bara eitt mál var á munin, tá samanumkom. Andrias Nielsen og Hans Eli Sigurðbjørnson skutu seks mál í part fyri KÍF, meðan Sveinur Justinussen skoraði níggju fyri StÍF.

 

Fríggjakvøldið vann Kyndil 30-20 á Team Klaksvík í Klaksvík.

 

Atlantic Airways deildin:

KÍF – StÍF 24-23

Neistin – VÍF 14 – 20

Team Klaksvík – Kyndil 20-30

 

Støðan:

 

1 KÍF 9(Stig)

2 VÍF 6

3 Kyndil 5

4 StÍF 4

5 H71 4

6 Neistin 2

7 Team Klaksvík 0