KÍF vann stevnudystin móti VÍF

Dysturin var javnur, tó var VÍF omaná meginpartin av dystinum, í hálvleikinum var VÍF frammanfyri 11-12. Í seinna hálvleiki byrjaðu vestmenningar betur og komu framum við 5 málum, tá sá út til at VÍF fór at vinna dystin. Tá ið 22 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki varð floytað fyri time out, støðan var tá 19-23 til VÍF. Aftaná var KÍF-liðið sum hamskift, teir kempaðu fyri hvønn bólt og drógu sigurin í hús, dysturin endaði við 26-25 til KÍF, sum fingu steyp, ið var givið av P/f Líðin.

 

Landsliðsleikarnir hjá VÍF og KÍF sótu á áskoðaraplássunum til dystin í kvøld, tí teir skulu leika landsdyst í Havn í morgin, móti Bosnia/Herzegovina.

 

KÍF-liðið: Óli Kr. Duurhuus, Daniel D. Olsen, Hallur Hansen(2mál), Regin Petersen(4mál), Jákup Trygvason(6mál), Finn H. Johannesen, Ingi Johannesen(4mál), Pætur Johansen(1mál), Tony Weyhe(2mál), Ási Dam(1mál), Teitur Joensen(2mál), Andrias Nielsen(4mál), Suni Johannesen og Ari Magnussen. - Venjari Jan Ottosen.

 

VÍF-liðið: Eli Múller, Bogi Fossdal, Áki Olsen(6mál), Jóhan Poulsen(1mál), Joen P. Høgnesen(3mál), Agnar Joensen(3mál), Bjarti Hansen(1mál), Niels Andreasen(2mál), Áki G. Olsen(3mál), John M. Andreasen(4mál), Rúni Fossdal(2mál) og Sjúrður Poulsen. - Venjari Jónleif Sólsker.