KÍ hevur eftir kappingarárið í fjør sagt farvæl við tveir av miðverjunum á liðnum, nevniliga liðskiparan, Jonas Flindt Rasmussen, ið er farin heimaftur til Danmarkar, og Ahmed Mujdragic, ið er skiftur til Skála.
Nú er ein avloysari funnin. Norðlýsið veit í kvøld at siga, at KÍ hevur gjørt sáttmála við 24 ára gamla serbiska verjuleikaran, Deni Pavlovic, sum seinast hevur spælt við Novi Pazar í næstbestu serbisku deildini.
Novi Pazar er sama felag, har Semir Hadzibulic og Ahmed Mujdragic áður hava spælt. Deni Pavlovic hevur annars góðar royndir frá bestu serbisku deildini, har hann hevur spælt 39 dystir við Cukaricki og Vozdovac.
Sáttmálin ímillum KÍ og Deni Pavlovic er galdandi fyri næstu tvey árini.