B36 var á odda í 1. deild í eitt døgn, áðrenn KÍ tók oddasessin, sum teir hava havt nógvu seinastu umførini, aftur.
B36 vann leygardagin 6-1 móti, og tað gav fyrsta pláss í 1. deild. Sunnudagin spældi KÍ sín dyst, og tá teir vunnu 3-1 á B71, fóru teir aftur trý stig fram um B63.
GÍ, sum lá javnt við B36 tapti móti HB, sum vann fyri fyrstu ferð í seks dystir. HB vann 2-1 móti einum GÍ liðið, sum spældi meginpartin av tíðini við 10 monnum.
NSÍ vann grannadystin móti B68 5-0, og botndysturin millum Sumba og ÍF endaði 2-2.
KÍ hevur 28 stig, B36 25 stig, GÍ 22 stig, HB 21 stig og NSÍ 19 stig.