KÍ hevur Boris á beinkinum

Simen Sandmæl er í álopinum saman við Patrik Johannesen

Klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl í San Marino, har takið hjá klaksvíkingum er at verja leiðsluna, sum liðið vann sær fyri einari viku síðani, tá tað á ovara vølli í Gundadali endaði 5-1.

Merkisvert er tað, at Boris Dosljak, sum higartil í ár hevur verið sera eyðsýndur, aftur í kvøld er á KÍ beinkinum.

Tað ber til at síggja dystin í San Marino her

https://www.sanmarinortv.sm/programmi/web-tv-sport

 

Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen - Jóannes Bjartalíð, Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen, Jonn Johannessen - Simen Sandmæl, Patrik Johannesen.

Á beinkinum eru: Meinhardt P. Joensen, Ólavur Niclassen, Steinbjørn Olsen, Magnus Stamnetrø, Boris Dosljak, Darius Lewis, Páll A. Klettskarð