KÍ hevur fulla úrtøku

Klaksvíkingar hava í dag vunnið sannførandi 3-1 heimasigur ímóti B68. Fótbóltslagið í Klaksvík er sum í gomlum døgum. KÍ hevur í dag vunnið 3-1 á heimavølli ímóti B68, og harvið hava uppflytararnir í Klaksvík fulla úrtøku, nú kappingin er tvey umfør gomul.

Klaksvíkingar royna at varðveita bæði beinini á jørðini, og teir siga seg fyribils fegnast um, at teir nú eru seks stig frammanfyri botnliðini.

Bárður Heinesen legði KÍ framum seks minuttir fyri hálvleik, eftir at toftamenn høvdu gjørt stórt mistak í verjuni.

Tá ið Høgni Madsen økti til 2-0 við beinleiðis frísparki, átti B68 málverjin, Tórður Thomsen, sín stóra lut í málinum, tí hann misti bóltin í málið.

Hjalgrím Elttør økti til 3-0 við fínum langskoti, og Camara pyntaði um fyri B68, tá ið hann stýrdi hornasparksinnleggi í málið.

Ungu klaksvíkingarnir tykjast vera sera grammir og ágangandi.

Eftir tvey umfør eiga toftamenn framvegis fyrsta stigið til góðar.

 

KÍ-B68 3-1 (1-0)

Dómari: Lars Múller

1-0: Bárður Heinesen 39.

2-0: Høgni Madsen 53.

3-0: Hjalgrím Elttør 75.

3-1: Ibrahima Camara 81.

KÍ: Gunnar á Steig - Jógvan Isaksen, Oddmar á Lakjuni, Sørmundur Kalsø, Rudolf Eliasen - Høgni Madsen, Nenad Stankovic, Hjalgrím Elttør (Sámal á Tjaldrafløtti Olsen, 80.) - Kristoffur Jakobsen, Bárður Heinesen (Álvur F. Christiansen, 61.), Henry Heinesen (Ivan Joensen, 90.)

Gult kort: Henry Heinesen

B68: Tórður Thomsen - Jóhan Petur Poulsen, Oddur Højgaard, Niclas Joensen, Dánjal Pauli Højgaard - Ahmed Keita (Stig-Roar Søbstad, 50.), Eli Simonsen, Remi Langgaard (Óli H. Olsen, 67.), Ndenede Adama Guéye, Kristian Anton Andreasen (Jónleif Højgaard, 67.)- Ibrahima Camara

Gult kort: Niclas Joensen, Remi Langgaard, Ndende Adama Guéye, Óli H. Olsen

 

----

 

85 min.

3-1

Toftamenn hava skorað í Klaksvík. Í 83. minutti var tað Camara, sum setti bóltin í málið eftir hornasparksinnlegg.

 

----

 

80 min

3-0

Tað gongur strúkandi hjá klaksvíkingum í fyrstu royndini á heimavølli, eftir at KÍ er flutt upp aftur í bestu deildina.

Í 76. minutti økti liðformaðurin Hjalgrím Elttør um leiðsluna til 3-0, tá ið hann úr 20 metrum sendi bóltin flatt inn við stólparótini.

Klaksvíkingar eru sera ágangandi í álopspartinum og avgjørdir í verjupartinum.

 

----

 

 

55 min.

2-0

Høgni Madsen sendi fríspark ímóti B68 málinum, og Tórður Thomsen misti bóltin í málið!

 

--

 

50 min.

1-0

 

Seks minuttir undan steðginum hevur KÍ lagt seg á odda. Málskjútti var Bárður Heinesen, sum við høvdinum lyfti bóltin upp um Tórð Thomsen.

KÍ verjan ruddaði burtur, og eingin vandi tóktist vera, tá ið B68 miðverjan legði bóltin aftur til málverjan, men so kom ágangandi álopsspælarin Bárður Heinesen ímillum, og tað var eingin endi á fagnaðinum millum klaksvíkingar, tá ið fyrsta KÍ málið á heimavølli í ár var veruleiki.

KÍ hevur verið meiri tendrað enn B68, sum hevur verið vandamikið í onkrum deyðbóltsstøðum. KÍ hevur havt tríggjar stórar møguleikar.

 

 

KÍ-B68 kl. 16.00

Dómari: Lars Múller

KÍ: Gunnar á Steig - Jógvan Isaksen, Oddmar á Lakjuni, Sørmundur Kalsø, Rudolf Eliasen - Høgni Madsen, Nenad Stankovic, Hjalgrím Elttør - Kristoffur Jakobsen, Bárður Heinesen, Henry Heinesen

B68: Tórður Thomsen - Jóhan Petur Poulsen, Oddur Højgaard, Niklas Joensen, Dánjal Pauli Højgaard - Keita, Eli Simonsen, Remi Langgaard, Ndened, Kristian Anton Andreasen - Camara