KÍ hevur knívin á barkanum

Hjá Víkingi er ivi um fleiri lyklaspælarar vera tøkir at spæla seinnapartin

Tað eru meistararnir á heimavølli ímóti steypavinnarunum og teimum næstbestu í landskappingini í fjør, sum hittast, tá ið Víkingur seinnapartin fær vitjan av KÍ.

 

Víkingur er topplið við tíggju stigum,  meðan KÍ er fýra stig aftanfyri. Í fjør vann KÍ allar tríggjar ferðirnar ímóti Víkingi. Harvið er tað undan grannauppgerðini trýst á klaksvíkingum – bæði tá ið hugsað verður um gongdina higartil í ár og um, hvussu tað hilnaðist í fjør.

Hesi bæði liðini hittust dygst undan kappingarbyrjan í stórsteypadystinum, sum Víkingur vann.

 

Hjá KÍ er Ísak Simonsen framvegis skaddur, og tað er ivi um Dion Splidt.

Hjá Víkingi eru Hans Jørgen Djurhuus og Jákup Vatnhamar Olsen skaddir. Andreas Lava Olsen er plágaður av skaða í rygginum. Tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla. Fróði Benjaminsen er uttanlands í útbúgvingarørindum. Tað hevur verið upp á tal at fáa hann heim at hjálpa til ídag.

 

Høgættin er einki serlig í Sarpugerði. Áskoðararnir hava møguleika fyri lívd í skýlinum. Meðan tað er hvítt so nógva aðra staðni í morgun, so verður sagt úr Gøtu, at tað er ikki kavi á vøllinum í Sarpugerði.