KÍ hevur vunnið 9. FM heitið á rað

Meðan menninir hjá KÍ stríðast við at varðveita rættin at spæla í bestu deildini, so gongur tað øðrvísi væl hjá kvinnuliðnum.

Á 104 ára føðingardegi felagsins hava KÍ kvinnurnar tryggjað sær meistaraskapin. Tað hava tær gjørt við 9-0 sigri á VB/Sumba. Dysturin var á Vágseiði.

Talan er um 9. FM heitið á rað. KÍ hevur vunnið FM, hóast tað framvegis eru fýra umfør eftir at spæla.