KÍ kvinnurnar hava í dag tryggjað sær tólvta FM heitið á rað. Tað gjørdu tær við 2-1 heimasigri ímóti AB, sum hevur verið einasta liðið, ið kundi hótta tær í Klaksvik.
Dysturin varð spældur í Klaksvík, og sum allar hinar ferðirnar, tá ið KÍ og AB hava spælt fyrr í ár, so gekk tað javnt á.
Stutt undan hvíldini legði KÍ seg á odda. Málskjútti var U19 landsliðsspælarin Eyðvør Klakstein, sum úr eit sindur spískum í høgru sendi bóltin upp í nettakið.
Tað restaðu nakrir fáir minuttir, tá ið KÍ økti um leiðsluna. Málskjútti var Rannvá B. Andreasen, sum við hælinum sendi bóltin framvið AB málverjanum og í málið.
Tá ið tíðin var um at vera farin, minkaði AB um munin. Málskjútti var Elsa Splidt Jacobsen, sum eisini er U19 landsliðsspælari. Hon royndi seg við skoti, og bólturin tók í ein av KÍ spælarunum og fór í einum boga upp um málverjan og í málið.
Nú KÍ hevur tryggjað sær FM heitið, er tað greitt, at tær í Klaksvík éru greipuvinnarar. Fyrr í summar vunnu tær finaluna í steypakappingini. Tað gjørdu tær við finalusigri á AB.