Tiltikin eru orðini hjá Piotr Krakowski, tá hann sum venjari hjá EB/Streymi tað eina kvøldið tók til: »Eingin bakað, eingin kaka, einki nakað«. Tá var vanligt, at skuffukøka og kaffi vóru á skránni eftir venjing, men hesa ferðina var einki av slíkum gjørt klárt, so Piotr hevði bestan hugin at droppa venjingina hetta kvøldið.
Síðani er hann farin aðrar vegir og í hansara stað komu Sigfríður Clementsen og Magni Mohr, ið høvdu annan hugburð til kaffi og køkur, sum tískil hvurvu av matarlepanum hjá EB/Streymi eftir venjingarnar. Nú eru teir eisini farnir sín veg, og okkurt kundi bent á, at bæði »søtt og leskiligt« fáa sína afturkomu við Margáir.
Men hóast greipuvinnararnir ikki hava notið gott av køku og kaffi síðsta hálvtannað árið, er hetta blivið fastur táttur hjá ongum minni enn oddaliðnum í ár, HB. Har eru skuffukøkan og kaffimunnurin fastur táttur eftir venjingarnar týskvøld og hóskvøld, og í gjárkvøldið var heldur einki undantak, tá Sosialurin vitjaði í HB-húsinum.
Sosialan týdning
– Eg sá hetta fyrstu ferð hjá EB/Streymi, har eg var hjálparvenjari hjá Piotr Krakowski. At fáa hetta, gevur so nógv aftur, so hví ikki hetta, líka so væl sum so nógv annað, sigur HB-venjarin, Sámal Erik Hentze, meðan hann sker sær ein góðan bita av skuffukøkuni, ið stendur á einum lítlum kaffiborði, beint innan fyri dyrnar í niðastu hæddini, har spælaragongdin er.
– Hugskotið við hesum er, at vit ikki skulu rýma úr húsinum so skjótt, men at spælararnir eisini skulu fáa eina sosiala løtu saman eftir venjingina. Tá eg kom til HB sum venjari, var mín fyrsta treyt, at spælararnir skuldu hava kaffi og køku aftan á nakrar venjingar, so vit fingu eitt avslappað prát og kundu taka samanum.
Sámal Erik heldur ikki, at eitt sindur av sukri og koffeini koppar forminum hjá spælarunum, og júst týskvøld og hóskvøld er hørð konditiónsvenjing á skránni.
– Tað er ikki tað, sum ger, at vit tapa ella missa stig, men heldur tað, at eingin køka er, tí tá kann tað sosiala skjótt verða gloymt, sigur hann.
Samstundis vísir hann á, at júst tað sosiala hevur so nógv at siga, tí liðið er liðið og einki er størri enn felagsskapurin.
– Hjá okkum er tað køkan fyrst og so fótbólturin aftaná, og tað hevur í øllum førum ikki forðað okkum í at verið oddalið tað mesta av hesum kappingarárinum, er niðurstøða venjarans.
Køkutrot kostaði
Eitt sindur skemtandi sigur Sámal Erik, at nú tað rundan um summarsteðgin var heldur soltið við ítróttarligu úrslitunum – tríggir javnleikir í landskappingini, tvey europeisk tap og eitt á ólavsøku – kundi orsøkin kanska síggjast í, at tann, ið plagar at syrgja fyri køkuni, var burturstaddur.
Í annaðkvøld er hóskvøld, men tá spælir HB á útivølli ímóti KÍ, og tað vendir eitt sindur upp og niður upp á raðfylgjuna.
– Vit fáa nokk køku eftir dystin, men hesa ferð mugu vit taka fótbóltin fyrst og so køkuna aftaná, sigur Sámal Erik Hentze, ið samstundis fortelur, at hann fríggjakvøldið fekk eina telefonuppringing frá Sorin Anghel í EB/Streymi.
– Tað kvøldið stóð hann fyri venjingini, og tá visti hann at fortelja mær, at nú fingu teir aftur køku við Margáir. Eg veit so ikki, hvør hevði bakað, men Sorin kundi fyri tað funnið uppá at bakað køkuna sjálvur, tí so nógv hevur hon at siga fyri hann.
MYNDATEKSTUR:
HB-venjarin, Sámal Erik Hentze, fær sær ein bita av skuffukøku aftur við kaffimunninum, ið er fastur táttur hjá oddaliðnum eftir venjingarnar týskvøld og hóskvøld
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir