KÍ kvinnurnar hava í kvøld vunnið søguliga stóran altjóða sigur.
KÍ kvinnurnar, sum hesa vikuna hava verið við í undankapping í Champions League fótbóltskappingini á Kypros, spældu í seinasta dystinum í kvøld ímóti Ada Velipoje úr Albania. Albanska liðið hevði tapt stórt í teimum báðum fyrru dystunum, og liðið fekk eisini eina føroyska flongju við sær heimaftur.
Fyrra hálvleikur var nakað rótutur, og Ada Velipoje legði seg á odda 1-0 eftir 10 minuttir. KÍ svaraði tó aftur við tveimum málum fyri hálvleikssteðgin. Í seinna hálvleiki var talan um avhøvling av albanska liðnum, og føroysku kvinnurnar skoraðu 9 mál afturat.
Sofía Purkhús skoraði 5 mál, Maria K. Thomsen 4 og Rannvá B. Andreasen 2.
KÍ endaði bólkaspælið við trimum stigum fyri tríggjar dystir og gjørdist nummar 3 í bólkinum. Kvinnurnar skrivaðu tó søgu við størsta føroyska sigri í altjóða fótbólti.
KÍ ferðalagið kemur aftur til Føroya fríggjakvøldið, og næsta vikuskiftið bíðar steypafinalan ímóti B36.