KÍ kvinnurnar skulu til Serbia

Lutakastið til Champions League hjá kvinnum hevur verið í dag. KÍ skal til Subotica í Serbia, har mótstøðan er úr Serbia, Skotlandi og Malta. Tomislav Sivic, fyrrverandi venjari hjá mansliðnum hjá KÍ er ættaður úr Subotica.

 

Kvinnuliðið hjá KÍ, sum aftur í ár luttekur í Champions League kappingini hjá kvinnum, er í bólki 5 saman við Glasgow City úr Skotlandi, ZFK Spartak Jaffa úr Serbia og Mosta FC úr Malta. Kappingin verður leikt í Subotica í Serba.

 

Í 2000 var besta mansliðið hjá KÍ á venjingarlegu í Subotica, eftir at KÍ hevði spælt Evropa Cup dyst móti Reyðu Stjørnu. Tá var Tomislav Sivic venjari hjá KÍ og tað var hann, ið stjórnaði fyri venjingarleguni í heimstaðnum. Sum skilst, so lat KÍ ferðalagið væl at umstøðunum í økinum.

 

Dystirnir í bólki 5 verða leitir í døgnum frá 11. til 16. august.

 

(Mynd: www.fsf.fo)