KÍ er stórfavorittur undan steypafinaluni hjá kvinnum 2002, og fyrireikingarnar og vónirnar eru góðar undan finaluni ólavsøkudag. Tær hava vant fýra ferðir um vikuna, og frítíðin frá fótbólti hevur bert verið ein vika.
Í KÍ hava tær nærum ongar skaðar til stóra dystin. Kristina Eyðbjørnsdóttir hevur havt trupulleikar við økslini, men hon er eftir øllum at døma til reiðar, og málverjin Vivi Andreassen, sum eisini hevur drigist við skaðar alt ár, verður væntandi tøk til finaluna.
Hagtølini ímóti KÍ
Hóast KÍ ofta seinastu árini hevur havt gott tak á HB kvinnunum, hava tær tapt heili fýra steypafinalur og vunnið bert einaferð. KÍ hevur eisini lagt rygg til tap í steypafinaluni móti HB, alt meðan tær hava havt fult tamarhald á landskappingini og øllum landskappingardystunum móti HB. Tískil er talan kanska um eitt HB kompleks í steypafinalum, og hagtølini yvir steypafinalur millum HB og KÍ tala avgjørt móti klaksvíkskvinnum.
Í ár hevur munurin millum liðini bæði tó verið størri enn undanfarin ár, og tískil má sigast, at KÍ er favorittur at vinna dystin og harvið gerast steypavinnari. Tær hava nevniliga vunnið heili 9-1 og síðani 2-0 á HB í ár, og í landskappingini eru tær á einum greiðum fyrsta plássi.
Royndirnar avgerandi
Hyggja vit at miðalaldurinum hjá báðum liðunum, hevur KÍ nógv royndari leikarar, meðan HB liðið er mannað við fleiri blaðungum spælarum uttan royndir. Hetta kann avgjørt koma KÍ til fyrimuns í finaluni. Meðan fleiri HB leikarar skulu spæla eina steypafinalu fyri fyrstu ferð, hava fleiri av KÍ leikarunum fleiri steypafinalur á bakið umframt landsliðs- og Europa Cup luttøku.
Um KÍ hesaferð megnar at vinna Løgmanssteypið, ella um HB enn einaferð liggur omaná tá avtornar, fáa vit at síggja 29. juli á ovara vølli í Gundadali, og byrar dysturin kl. 13.30.