KÍ og HB í unglingafinaluni

Eftir hálvfinalurnar í unglingadeildini í gjárkvøldi er tað greitt, at HB og KÍ skulu spæla finaluna

HB spældi sína hálvfinalu ímóti B36 í Gundadali. Úrslitið av dystinum gjørdist 1-0 til HB.

Í Runavík spældu NSÍ og KÍ hina hálvfinaluna, og har eydnaðist útiliðnum at vinna heili 3-0. KÍ skoraði øll trý málini tíðliga í dystinum.

HB og KÍ skulu tí spæla finalu á uttanveltaðum vølli tann 4. oktober. Júst hesi liðini hittust eisini í steypafinaluni í summar, og ta ferðina vann HB. NSÍ og B36 hittast í dystinum um triðja pláss.