KÍ pinkur aftur føroyameistarar

 
Annað árið á rað vann KÍ føroyameistaraheitið hjá teimum yngstu gentunum ? pinkunum.
Seinna finaluumfarið var í Klaksvík leygardagin, og kappingin stóð millum KÍ, ÍF, AB og VB.
Undan hesum umfarinum lá ÍF best fyri, men KÍ vann allar sínar dystir í seinna umfarinum og fór harvið fram um øll hini liðini.