Kára Dam er føroyska Amelia Earhart

Upprunaliga stóð valið millum eina útbúgving sum frisør ella grannskoðara, men í dag er Kára Dam fyrsti kvinnuligi føroyski flogskiparin, og hevur, hóast bert 29 ára gomul, meira enn fimm ára starvsroyndir

Hvat ger tú, tá tær dámar væl at ferðast, og skal velja eina lívsleið? So tekur tú út­búgving sum flog­skipari.
Tað var í hvussu er valið hjá tá 21 ára gomlu Káru Dam.
– Eg ivaðist í, hvat eg skuldi læra til. Fyrst hugsaði eg frisør og síðani grannskoðari. Men mær hevur altíð dámað so væl at ferð­ast, og tá eg slapp ein túr í flúgv­ara­num sam­an við Hans Hansen, so bleiv avgerðin tikin, sigur Kára Dam.
Mammuni dámdi hetta einki serligt at byrja við, men ráddi dóttrini til at royna seg eina tíð sum flogterna fyri at fáa eina betri føling við starv­inum sum flog­skipari. Sum sagt so gjørt.
– Har var avgerðin so tik­in, og síðani var at finna ein hósk­andi skúla. Tað er ógvu­liga dýrt at læra til flogskipara, og tá útbúgv­ingar annars eru ókeypis í norðan­londum, ráddi um at finna ein skúla uttanfyri økið, sigur Kára Dam.
Funnið var so fram til ein skúla í Spania, Airmed, sum lá við flogvøllin í Valencia, beint uttan fyri sjálvan býin.
– Har vóru upptøku­roynd­ir, men eg haldi ikki, at skúla­leiðslan gekk so ógvu­liga høgt upp í tað. Eingin dumpaði, og mín fatan var, at gingið var meira upp í at fáa næm­ingarnar og harvið pengar­nar, sigur Kára Dam.
Lærutíðin er í minsta lagi 14 mánaðar, og tá Kára Dam fekk sína Airplane Transport Pilot Licence, hevði hon gingið í skúla­num í hálvt­annað ár.
– Eg varð liðug í mai 2006, og fekk beinanvegin starv hjá Faroe Jet. Eg var til upp­venjingar í Svøríki í at flúgva British Aero­space flogførini, og beint undan Ólav­søku sama árið fleyg eg fyri fyrstu ferð rutuflúgving upp á Før­oyar, sigur Kára Dam.

Stutt livitíð
Tá tú soleiðis kemur úr skúl­anum í eitt stýrhús, so byrjar tú sum stýrimaður.
– Flogfeløgini krevja í minsta lagi 1500 tímar flúgvi­tíð, áðrenn ein stýrimaður verður fluttur upp til at verða flogskipari, men flestu feløg krevja meiri enn tað, kanska 3.000 tímar, sigur Kára Dam.
Livitíðin hjá Faroe Jet gjørd­ist ikki drúgv, bara frá mai til desember, og tað var av­markað, hvussu nógvar flúgvi­tíðar Kára Dam fekk har.
– Hetta tíðarskeiðið ar­beiddi eg tó bæði sum stýri­maður og sum flogterna við Faroe Jet, sigur havnar­kvinnan.
Tá Faroe Jet so brádliga snar­aði lykilin um, gekk hon eins og so mong onnur hjá felagnum ar­beiðs­leys í eina tíð.
– Eg arbeiddi so eina tíð – ein til tveir mánaðir – á Hvonn, men so varð eg boðin til samrøðu hjá Swiss European, og saman við tveim­um øðrum fyrrverandi flog­­skip­­arum hjá Faroe Jet fekk eg starv sum avloysari hjá Swiss, sigur Kára Dam.
Hóast hetta bert skuldi vera í styttri tíðarskeið, so helt Kára fram hjá sveisiska flog­felagnum í trý ár.
– Tá hendi so tað, at Luft­hansa hevði útbúgvið nógvar flog­skip­arar, og teir stóðu so Swiss í boði at fáa. Og fyri sveisiska flog­felagið taldi tað nógv, at hesir flog­skip­arar tosaðu týskt, og so vórðu vit squeezaði út, sigur Kára Dam.

Sama flogtypa
Flogskiparin av Norðrasta Horni gekk so arbeiðsleys frá januar til september 2010, men fekk so starv hjá Brüssels Airlines, og eisini her vóru tríggir flogskiparar, sum áður høvdu flogið við Atlantic Airways.
– Har fleyg eg so frá sep­tember 2010 til oktober 2011, tá eg aftur misti starvið har. So beint nú gangi eg arbeiðs­leys, sigur Kára Dam.
Hon hevur tó fingið starv sum avloysari hjá Atlantic Airways í summar, men út yvir tað dugir hon ikki beint nú at siga, hvussu framtíðin sær út.
– Nú taki eg summarið fyrst, og so mugu vit síggja, hvat fram­tíðin hevur at bjóða. Tað týdn­ingar­miklasta er ikki hvar eg fái arbeiði, men meiri um talan kann ger­ast um fast arbeiði, sigur Kára Dam.
Hon hevur heilt frá byrj­an flogið sama flogslag, British Aero­space, og tí er tað umráðandi, at sleppa fram at flúgva hetta slagið av flogfari.
– Einaferð verður sjálv­andi neyðugt at umskúla meg til ann­að slag av flogfari, men vón­andi kann tað blíva, tá eg havi fingið fast starv. Hetta bæði tí at tað er dýrt at um­skúla seg, men havi fast starv rindar felagið fyri um­skúl­­ingina, sigur Kára Dam.
Orsøkin til, at neyðugt verð­ur við umskúling eina­ferð fyrr ella seinni er, at British Aerospace flogførini ikki verða bygd longur, og av tí sama slúsa flogfeløgini hes­ar flogtypurnar út.
– Tað gerst truppari og trupl­ari at fáa eykalutir til hesi sløg av flogførum, og tí velja flogfeløgini at selja til lond í Afrika ella har tað slepst av við British Aero­space flogførini, sigur Kára Dam.

Heldur smærri flogfør
Tað er kortini ikki tí, at flog­førini eru ótíðarhóskandi ella avoldað, at tey verða skift út.
– Hetta eru framvegis frá­lík flogfør, og British Aero­space var í mong ár størsta flogfarið við London City góð­kenn­ing*. Land­ingar­­stell­ið er gjørt til 80 tons tung flogfør, men British Aero­space flogførini viga bara helvt­ina, so talan er um ein luft­sins bull­dozara, sigur Kára Dam.
Men at flogfeløgini í alt størri mun skifta British Aero­space flogtypurnar út – í stóran mun til brasilianska flog­farið Embraer – merkir sam­stundis, at møgu­leik­arnir hjá Káru Dam at fáa arbeið uttan umskúling gerast færri og færri.
– Enn eru flogfeløg eftir, sum flúgva við BA flog­før­unum – um­framt Atlantic Airways eisini Malmø Aviation – men eg má síggja í eyg­uni, at umskúling eina­­ferð verður neyðug, sigur Kára Dam.
Og tá tað hendir, er tað ikki endiliga ein ambitión at sleppa at flúgva teir heilt stóru jumbo-jettarnar.
– Eg haldi í veruleikanum, at tað er stuttligari at flúgva tey smærru flogførini fram um teir stóru jumbo-jettar­nar. Talan er um styttri túrar og meiri action við at fara á flog og lenda. Við teimum stóru flogførunum er tímavís við einki at gera, tí tú flýgur so langar teinar, sigur Kára Dam.
Lutfalsliga stuttu túrarnir hava eisini higartil ført unga flog­skiparan runt í Europa.
– Eg havi flogið upp á Norðan­lond, Týskland Belgia, Italia, Spania, Frakland, stutt sagt kring alt Europa, sigur Kára Dam.

Ræstur roykur í Madrid
Líka síðani Faroe Jet gavst at flúgva í desember 2006, hevur Kára Dam búð uttanlands, tó at hon altíð hevur vitjað trú­liga heim til Føroya.
Fyri hana er tað tí ikki so av­ger­andi, at hon fær starv hjá heim­liga flogfelagnum, ella hjá onkr­um øðrum flog­felag í Europa.
– Eg havi ongantíð hugsað um USA. Har tykist alt so stórt, og so má eg eisini taka suppler­andi útbúgving, tí mín lisensur ikki uttan víð­ari verður góðtikin í USA, sigur Kára Dam.
Hon hevur sum nevnt bert flogið British Aerospace RJ flog­førini, og møguleikarnir har fækk­ast so líðandi.
– Drongur mín er italienari og eisini flogskipari, og eg haldi ikki, at hann hevði havt hug at flutt til Føroya, skuldi tað verið, sigur Kára Dam.
Tey búgva í løtuni í Madrid í einum størri bú­staðar­kom­pleksi, og sjálvt um Kára stund­um kann leingjast eftir før­oyska matinum, kann hon ikki kæra seg um veðrið.
– Nú, tá eg eri arbeiðsleys eru vitjanirnar heima longri. Meðan eg arbeiddi gjørdist tað sjáldan til meira enn eina viku heima, men á jólum var eg heima ein heilan mánað, sigur Kára Dam.
Hon hevur onkurtíð roynt at havt føroyskan mat niður til Europa við sær, men tað gagnast ikki tað sama.
– Tað er ikki tað sama at kóka ræst kjøt mitt inni í Madrid. Eina­ferð eg royndi hetta, helt ein vin­kona mín úr Marokko upp á, at skula smakka. Eg royndi at mæla henni frá, men einki nyttaði. Tá hon so kom inn, var hon um at venda í hurðini, og tá hon skuldi smakka helt hon, at hon skuldi halda seg til eplini, men tað gekk jú heldur ikki, sigur Kára Dam.

Hugsar um trygdina
Hon var bert 21 ár tá hon fór undir útbúgvingina sum flog­skip­ari, og hennara flokkur var ein ungur flokkur.
– Tann yngsti næmingurin var júst fyltur 18 og tann elsti var 25, og fleiri okkara vóru rættiliga ung, tá vit høvdu fingið prógvið, sigur Kára Dam.
Hon heldur ikki, at tað er nak­ar munur á kvinnu­ligum og mann­ligum flog­skip­ar­um.
– Bæði kynini er líka góð og minni góð til starvið, heldur hon.
Hon fær mest positivar reak­tión­ir frá ferðafólki, tá tey síggja hesa ungu kvinnuna, sum tey so trygt mugu leggja teirra lív í hend­ur­nar á.
– Er tað nakað, eru tað ser­liga konufólk, ið kunnu tykjast eitt sindur ótrygg við at hava meg at stýra flog­far­inum, sigur Kára Dam.
Ikki tí. Hon hugsar eisini sjálv um trygdina, og hvat er at gera, skuldi okkurt gingið galið.
– Vit venja javnan at takla allar hugsandi støður. Vit skulu til venjingar í simu­la­tori tvær ferðir um árið, og tá venja vit ymiskar vanda­støður. Vit hava brand­venj­ingar, og bara nakað so banalt sum at rópa, tá okkurt er áfatt, venja vit, sigur Kára Dam.
Sum fyrsti føroyski kvinnu­ligi flogskiparin er hon ein slóð­brótari innan før­oyska flogsøgu, og kann harvið á sín hátt kallast tann føroyska Amelia Erhart. Men fyribils bíðar hon eftir rætta møgu­leikanum at tryggja sær eitt fast starv hjá einum flogfelag sum enn nýtir British Aerospace RJ-flog­typuna.

- - -

* London City góðkenning er serlig góðkenning til flogfør, sum sleppa at flúgva til serliga flogvøllin. Áður var British Aerospace størsta flogfarið við hesari góðkenning, men nú hava eisini Embraer og Airbus flogfør hesa serligu góðkenning.