Meta fólk, sum í einum og hvørjum sambandi hava verið í sambandi við løgregluna, at løgreglufólk ikki hava borið seg rætt at í teirra handfarin av teimum, hava tey møguleika at kæra til lokalnevndina. Henda nevndin verður umsitin av Løgtingsskrivstovuni, og hon kemur saman í minsta lagi tríggjar ferðir um árið. Í nevndini sita umboðandi Føroya Løgting: Jógvan Durhuus, Eyðun Viderø, Katrin Dahl Jakobsen og Marjus Dam, og umboðandi løgregluna Per Persson og Kristian Dahl. Formaður í nevndini er evsti myndugleiki løgreglunnar Mogens Nepper Christensen, fúti. Kristina Samuelsen, ið starvast á Løgtingsskrivstovuni, er skrivari hjá nevndini, og Kári D. Petersen, advokatur, er løgfrøðiligi serkunnleikin, leitað verður til, tá ið kærur verða viðgjørdar.
Á hvørjum ári koma 3-4 kærur inn í mesta lagi. Skrivarin tekur tá støðu til, um kæran kemur undir reglurnar fyri lokalnevndina.
- Endamálið við lokalnevndini er at kanna um grundarlag er fyri, um nærri kanning skal gerast av málinum. Tað verður gjørt í hvørjum einstøkum føri, áðrenn málið kemur til viðgerðar í nevndini. Tað eg veit, hava kærur ikki ført til nærri kanningar í nýggjari tíð, sigur Kristina Samuelsen.
- Tað er øgiliga sjáldsamt, at eina kæra endar í nærri kanningum. Viðkomandi, ið kærur, skal gera eina skrivliga kæru, sigur Kári D. Petersen, ið av advokatráðnum er peikaður út at umboða løgfrøðina.